Arbeiðsháttur

Tá ið vit bjóða okkum til at byggja eini hús fyri ein kunda, kann kundin vera tryggur við, at húsini verða bygd eftir hansara ynski. Vit syrgja fyri, at húsini verða bygd eftir einstaka tørvinum, umframt at vit sjálvsagt koma við hollum og tøkniliga forsvarligum ráðum. 

Eini hús frá okkum, eru eini hús, sum avspegla kundan, umframt tær royndir og førleikar, sum vit hava á byggi- og teknivirki okkara. Vit hava snøgt sagt eingi standardhús á goymslu.


 

Sagt um okkum

”Tá vit komu á skrivstovuna hjá TN Bygging, merktu vit, at starvsfólkið hevði tíð at taka sær av okkum. Vit hava kent okkum í tryggum hondum gjøgnum alla byggitíðina.”

Ludvík við Stein, stjóri

 

Sagt um okkum

Um sambygda skrivstovu og handilsbygningin hjá reiðarínum P/F Snaraløki.

”Tað var ein stórur fyrimunur fyri okkum, at TN Bygging tók sær av samstarvinum við allar hinar luttakararnar í byggiarbeiðinum, og at vit sostatt kundu fylgja væl við, bert við at samskifta við TN Bygging”.

Jónsvein Knudsen, reiðari


 

 







TN Bygging Spf
Heiðavegur 25
FO-600 Saltangará
Tel. +298 44 95 10
Fax. +298 44 95 12
tnb@tnb.fo