Søga
TN-Bygging er stovnað av Torben Nielsen, sum upprunaliga er útlærdur timburmaður. Hann fekk sær síðani útbúgving sum bygningskonstruktørur í Danmark, og í 1997 kom hann aftur til Føroyar, har hann altíð hevur havt ta høgu góðskuna fyri eyga.
TN-Bygging hevur hesi seinastu meira enn tíggju árini verið merkt av skipaðum vøkstri. Vit vilja ikki taka fleiri starvsfólk inn, enn at vit alla tíðina sjálvi kunnu stýra gongdini, og harvið teirri góðsku. sum vit leggja dent á.
TN Bygging tekur sær av bæði smærri og størri byggiuppgávum, eins og vit standa fyri byggiverkætlanum sjálvi, ella samstarva um tær við aðrar byggirharrar. Eisini bjóða vit okkum til at menna verkætlanir við fleiri partnarum.




