STRATA
Heiðahúsið í Saltangará er nútímans skrivstovu og virkisbygningur, sum varð bygdur í 2007. Sp/f Ognarfelagið Saltangará, ella fastognarfelagið STRATA, eigur og rekur bygningin, sum er innrættaður við øllum hentleikum, ið krevjast fyri at reka ein skrivstovu ella handil.
Heiðahúsið liggur mitt í einum av virknastu býarpørtum í landinum. Uttanfyri húsið eru góðir parkeringsmøguleikar.
Hesar fyritøkur eru í løtuni Heiðahúsinum:
- Rúsdrekkasøla Landsins
- City/Vodafone
- TN Bygging
Eitt leigumál er tøkt. Áhugað kunnu ringja til Torben Nielsen á 599510
Eigarar av Sp/f Ognarfelagið Saltangará eru Norðoya Sparikassin (49%) og TN Bygging (51%).





















