05. Apr 2011
Mánadagin 4. apríl varð kvisturin til húsini, fluttur við trailara yvir til Rituvíkar. R.T.S Contractors tóku sær av flutninginum. Húsini vórðu reist týsdagin 5. apríl alt gekk væl og allir bygningslutir passaðu framúr væl. ...
22. Mar 2011
TNB søkir eftir tveimum timburlærlingum Vit hava meir at gera, og søkja tí eftir tveimum timburlærlingum at byrja beinanvegin. Hetta er ein góður møguleiki at fáa eina góða útbúgving. At læra til timbursmið er ein góð útbúgving at hava. Henda útbúgving tekur 3...
22. Mar 2011
Nú er stoypiarbeiði byrja, og teir fyrstu formarnir vórðu uppstillaðir í góðveðrinum í dag, til tey fystu húsini av slagnum OPTIMA 115. Húsini standa við vegin Norðurhædd í Saltangará. Formarnir verða fyltir hósdagin og so er grundin liðug. Skjótt og væl úr hondum greitt....
19. Mar 2011
Fyrsta grundøkið til OPTIMA 115, sum TN Bygging letur byggja, við Norðurhædd í Saltangará er nú klárt. Tað eru J.H.R. Entreprenørar sum hava staðið fyri klárgering av grundøkinum. Allar neyðugar innføringar liggja nú inn um komandi kjallaraveggin, og menn frá TN Bygging fara mánamorgunin at...
16. Mar 2011
Eftir at hava bygt hópin av sethúsum hesi seinastu 15 árini, er tað ein nátúrlig gongd at vit nú fara undir at gera sniðhús til føroyska marknaðin. Hetta sigur Torben Nielsen, stjóri í TN Bygging. Tá ein er við til at tekna og leggja til...
16. Mar 2011
Tað er ikki á hvørjum degi at vit byrja at gera sniðhús. Tí vilja vit bjóða teimum fyrstu kundunum vælkomnum við einum munadyggum avsláttri keypa tit hús áðrenn 30. apríl 2011. Avslátturin er kr. 50.000,00, og hann kunnu tit hóskandi brúka til okkurt annað, sum...
16. Mar 2011
Tað er ikki á hvørjum degi at eitt nýtt slag av sniðhúsum kemur á føroyska marknaðin. Tað er TN Bygging sum stendur fyri nýggja modellinum OPTIMA, og er fyrsta slagið model 115, ið er gjørt til føroysku familjuna og føroyskan byggisið og veðurlag. Trygt og...
16. Mar 2011
Standa tit og skulu keypa hús? Nú hevur tú møguleikan at gera skjótt av og flyta inn á Ólavsøku í ár. Hetta letur seg gera, tí vit longu eru farin í gongd, við at byggja tvey tey fyrstu sniðhúsini av nýggjasta føroyska sniðhúsamerkinum í Saltangará....