PROJECT FLOORS 

Tá tú innrættar eini hús, eina skrivstovu ella eitthvørt annað høli, er gólvið aloftast tann størsta einstaka flatan. Tískil hevur tað stóran týdning, hvat slag av gólvi tú velur. 

Er talan um eitt arbeiðspláss, er umráðandi at gólvið er nóg sterkt til at kunna tola tað virksemið, sum fer fram. Er talan um ein handil, er eisini umráðandi, at gólvið sendir tað rætta signalið. Er talan um eini privat hús, skal gólvið passa til samlaðu innrættingini av húsinum o.s.fr.

TN Bygging er umboð fyri PROJECT FLOORS í Føroyum. PROJECT FLOORS framleiðir alskyns gólv úr træi og trælíkis-tilfari (MEDIUM COLLECTION), umframt at virksemið eisini umfatar flísar.

Heili 24 ymisk sløg av trægólvum eru í vøruskránni, og 36 sløg av serstøku MEDIUM COLLECTION gólvunum. Hesi gólv kunnu fáast við yvirflatu, sum líkist træi, gróti og enntá metali.

TN Bygging umboðar PROJEKT FLOORS í Føroyum

Meira um PROJECT FLOORS á :

http://www.project-floors.com/









TN Bygging Spf
Heiðavegur 25
FO-600 Saltangará
Tel. +298 44 95 10
Fax. +298 44 95 12
tnb@tnb.fo