SNIÐHÚS

SNIÐHÚS FRÁ TN BYGGING:
TN Bygging er farið undir at framleiða sniðhús til føroyska marknaðin. Fyrsta sniðið, OPTIMA 115, er klárt at fara av bakkastokki, og tvey tey fyrstu húsini av hesum slagnum verða uppsett við Norðurhædd í Saltangará. Húsini koma at standa omanfyri vegin, og av tí at fitt av jarðarmuni er á grundøkjunum, hava vit valgt at seta eina fulla grund undir húsini. Tó kunnu hesi húsini eisini veitast sum eitt-plans hús á eitt slættari grundøki.
Optima 115 verða framleidd sum sniðhús og prísurin á hesum dygdarhúsum er væl kappingarførur við líknandi hús á marknaðinum.
Um áhugið er fyri at vita meiri um hesi nýggju sniðhúsini, so eru tit vælkomin at ringja til TN BYGGING á tlf.: 449510 ella 792929 (Torben)





